Photo of G! Festival

G! Festival's Blog

  • Tú burdi keypt tær eina G!-billett áðrenn 19. juni á midnátt

    Keyp G!-billett áðrenn fríggjakvöldið 19. juni á midnátt og spar 200 kr
    G! atgongumerkini kosta í lötuni 895 kr. Tað gera tey fram til fríggjakvöldið 19. juni á midnátt. Keyp nú og spar 200 kr í mun til at keypa við dyrnar. Tjaldingin hevur avmarkaða atgongd og gongur skjótt undan, so tað ræður um at kvika sær. Minst til, tjaldingin hevur verið útseld hvört einasta ár. Vikuskiftispass og tjaldingaratgongumerki fáast á hesum stöðum: Magn-stöðunuym kring landiðumframt skrivstovuni hjá Mess í Havn Um tú ert útiseti, stæddur á útoygg, ella bara vilt sleppa undan at fara út um dyrnar, so kanst tú bíleggja beinleiðis frá okkum á tel 288 088 ella á tickets@gfestival.fo - vit senda kring Föroyar og til útlandið og tað kostar einki.
  • Vinnaramyndin 08.07 2008

    Her er myndin, sum vinnur myndakappingina hesa vikuna



    Hana hevur Hans Juul tikið av Gestum á G! í 2007.

    Yvirdómarin hjá okkum, Kristfríð frá MOMO helt myndina vera listarligt flotta, stemningsfulla og riggað sera væl til motivini, Gestir og G!.

    Hans Juul fær 2 atgongumerki fyri at eiga bestu myndina.

    Nú eru um 400 myndir komnar inn, og tit eru framvegis vælkomin at tagga fleiri.
    Vit velja eina aftur í næstu viku og sostatt er onkur heppin vinnari av tveimum atgongumerkjum aftur tá.

    Til næstu ferð,
    hav tað gott....
  • meira enn 30 növn á G-MINI!

    Date: 01 Jul 2008, 10:33


    maður:glotti, Boys In A Band, Eivör Pálsdóttir, Martin Joensen, Lena Anderssen, Tinganest, Budam, Stanley Samuelsen og meira enn 20 onnur növn eru alment á G! MINI skránni frá í dag...

    Í dag almannakunngerða vit största partin av G! MINI skránni, sum, hóast tað enn er nakað eftir at almannakunngerða, longu inniheldur ikki færri enn 28 tónlistafólk og bólkar á teimum tveimum pallunum í Syðrugötu dagarnar 18-19 Juli. Vit hövdu annars boðað frá, at tað fór at vera millum 15 og 20 bólkar á skránni, men rætta talið kemur at vera omanfyri 30, harav öll uttan 2 eru föroysk. Vit hava fingið væl omanfyri 50 áheitanir frá bólkum og einstaklingum, sum ynskja at framföra á G! MINI. Tíverri hava vit ikki rúm fyri öllum.


    Millum növnini sum fara at spæla á spæliplássinum eru flöguaktuellu maður:glotti, flögu- og tokferðaktuellu Boys In A Band, Eivör Pálsdóttir, Martin Joensen, Lena Anderssen, Tinganest, flöguaktuelli Stanley Samuelsen, Budam og onnur.


    Umframt maður:glotti, Stanley og Boys In A Band - geva í öllum förum tvey onnur növn á skránni flögu út í summar - Knút H. Eysturstein og Bet You Are William.


    Millum listarfólk, sum ikki hava at verið at sæð á palli í Götu fyrr, eru m.a. Moby The Pink Pilot, sum er bólkurin hjá Fróða Hansen, beiggja Guðrið Hansdóttir, sum forrestin eisini er við á skránni við egnum bólki.


    Millum meira forvitnisligu hæddarpunktini í elektronisku Grundini eru uttan iva íslendsku Karius & Baktus og föroysku útisetarnir, Dennis Agerblad og B.A.B.Y. Umframt teir er ein heil röð av teimum fremstu plátusnúðunum í landinum. Grundin er framleidd í samstarv við Undirbeat.


    Fyrstu listafólkini eru hesi (flestu növnini eru leinki, sum linka til heimasíður hjá viðkomandi listafólkum):


    Á Spæliplássinum m.a.


    maður:glotti
    Boys In A Band
    Eivör Pálsdóttir
    Martin Joensen
    Lena Anderssen
    Budam
    Tinganest
    Stanley Samuelsen
    Bet You Are William
    Petur Pólson
    Guðrið Hansdóttir
    Knút H. Eysturstein
    Jákup á Lakjuni
    Moby the pink pilot
    Markamót
    Kiezelmeier
    Kvonn
    Pívari (IT)
    Dánjal á Neystabö


    Í Grundini m.a.


    Karius & Baktus (IS)
    Dennis Agerblad (DJ)
    Spencer Jones
    JamesJames
    Mrs. Duplo
    DJ Switch

    DJ Knýtil
    B. A. B. Y
    Playmo
  • vinnarin av fyrsta umfarið av myndakappingini

    Vinnarin av bestu taggaðu mynd hesa vikuna bleiv Silvia á Bergi og myndin hjá henni við undirtekstinum "G! er the shit:)"



    Higartil hava vit fingið yvir 300 myndir inn og næsta týsdag velja vit enn ein vinnara, sum fær 2 atgongumerki, so tað er at blíva við at senda (tagga) okkum myndir.

    Hygg í tagged faldaran.

    Um tú ikki hevur fingið heilt við hvussu kappingin er skipað, so kanst tú lesa um hana á blogginum :)

Login

Forgot password?

Need an account? Sign up